YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 3

3
Nikodemus
1Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum. 2Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.» 3Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.» 4Nikodemus sigur við hann: «Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?» 5Jesus svaraði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. 6Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi. 7Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum. 8Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.» 9Nikodemus svaraði og segði við hann: «Hvussu kann hetta bera til?» 10Jesus svaraði og segði við hann: «Tú ert lærari í Ísrael, og veitst ikki hetta! 11Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Vit tala tað, sum vit vita, og vitna um tað, sum vit hava sæð; og vitnisburði okkara taka tit ikki ímót. 12Tá ið eg sigi tykkum hinar jarðisku lutirnar, og tit trúgva ikki, hvussu skulu tit tá trúgva, tá ið eg sigi tykkum hinar himmalsku? 13Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum]. 14Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, 15til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. 16Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. 17Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. 18Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. 19Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. 20Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. 21Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði.»
Síðsti vitnisburður doyparans
22Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti. 23Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa. 24Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil. 25Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. 26Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.» 27Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. 28Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. 29Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. 30Hann eigur at vaksa, men eg at minka. 31Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; 32og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. 33Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. 34Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. 35Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. 36Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy